Rísalamande
Tilfar til uml 6. portiónir
180g greytrís
2 dl vatn
1 l mjólk
2 vaniljustengir
70g sukur
1 appilsin
1 tsk við topp vaniljusukur
ein dims salt
40g sukur
uml 4 dl róma
Afturvið
kirsiberjasós
evt 100g ristaðar og hakkaðar mandlur
Soleiðis gert tú:
Klúgv vaniljustongina og skava vaniljukornini úr. Blanda eitt sindur av sukri upp í vaniljukornini. Flys skali av eini appilsin.
Kóka rísini og vatni í uml 3 min, síðan koyr mjólk, salt, appilsinskal, sukur, vaniljukorn og vaniljusukur í og rør í við javnum millumbilum í uml 45-50 min. Fiska vaniljustong og appilsinskølini úr greytinum.
Pressa appilsindjús frá appilsinini. Rør 40 g av sukri upp í greytin og appilsindjúsi. Stilla á køl yvir nátt.
Píska róman og vend spakuliga upp í tann kalda greytin inntil tann ynskta konsistensin. Smakka evt til við sukri/vaniljusukri.
Borðreið við kirsiberjasós og evt. ristaðum og hakkaðum mandlum.