Páskaísur við Aero og ostakakubotni
Tilfar til botnin
100 g digestive keks
100 g havragrýn
2 spsk putursukur
100 g smelta smør
Tilfar til ostakrem
5 dl rómi
1 dós kondensera mjólk
1 tsk vaniljusukur
2 pk Aero
Pynt
1 posa miniegg ella onkur páskaegg sum tær dámar
Soleiðis gert tú
Blenda digestivkekurnar í eini hvirlu, koyr havragrýn, smeltað smør og putursukur í og blenda víðari. Legg bakipappír í bonin á einum springformi (20cm). Pressa massan til ein fastan botn og stilla á køl.
Píska róman stívan. Koyr kondensera mjólk og vaniljusukur í og píska. Hakka Aero og vend upp í róman. Stoyt blandingina omaná botnin. Legg film omanyvir og stilla í frystaran til dagin eftir.
Áðrenn borðreitt verður, hakka páskareggini og stroy omanyvir íslagkakuna.


