Jólasalat við appelsin
Tilfar til 4 pers.
2 dl perluspelt
uml eitt hálvt reytt spískkál
2 appilsinir
1 granatepli
basilikum ella mynta
Til dressingin:
1 appilsin
4 tsk olivinolja
2 tsk ahornsirup
2 cm frískt rivi ingifer
salt
Vegleiðing:
Kóka perluspelt eftir vegleiðing á pakkanum.
Sker reytt spískkál í tunnar strimlar, brúka td eitt mandolinjarn.
Flys appilsinirnar og sker í skivar.
Pilka granateplakjarnurnar út.
Blanda alt saman í eini skál og pynta við basilikum ella myntu.
Dressingurin:
Pressa saftina úr appilsinini. Blanda við olivinolju, ahornsiruppi, eitt dims salt og rivnum ingiferi. Stoyt omanyvir saltina.
Tip – um man ikki er til ingifer, so kann man droppa at koyra hetta í dressingin.