Sjokolátabitar
Tilfar
Botnur:
-
100 g mandlumjøl
-
2 spsk kakaopulvur
-
200 g frískar dadlur (steinarnir tiknir úr)
-
1 spsk peanutbutter
-
Eitt lítið sindur salt
Omaná:
-
100 g myrk sjokoláta
-
10 g peanutbutter
Soleiðis gert tú
-
Blanda mandlumjøl og kakaopulvur saman í eini hvirlu.
-
Koyr dadlur, peanutbutter og eitt lítið sindur salt í, og blenda alt saman, til tú hevur eina fasta og samanhangandi massu.
-
Legg massuna á bakipappír og rulla hana út til ein javnan fýrakant. Sker í 24 javnstórar bitar.
-
Smelta sjokolátuna saman við peanutbutter, til dømis í mikroovni. Rør væl, til blandingin er sløtt og jøvn.
-
Legg bakipappír á eitt stórt skeribretti ella fat.
-
Set ein bita á ein gaffil og stoyt smelta sjokolátu yvir við eini skeið. Banka gaffilin varisliga, so yvirskots sjokoláta rennur av. Legg bitan á bakipappírið.
-
Endurtak við øllum 24 bitunum. Stroya eventuelt eitt sindur av flakasalti omanyvir, og set bitarnar á køl, til sjokolátan er stívnað.


