Marsipan tindasvín
Tilfar
100g mandlur
3 frískar dadlur
ein dropa av vatni
myrk sjokoláta 70%
kokusmjøl
Soleiðis gert tú:
Blenda mandlurnar til fínt mjøl. Sker steinin burturúr dadlunum og blenda dadlurnar saman við mandlumjølinum, koyr ein dropa av vatni í so tað samlar seg. Stilla evt í køliskápið áðrenn forma verður.
Tak eina tsk av marsipani og rulla til eina kúlu. Rulla síðan til ein dropuform, tað spíska er trýni á tindasvíninum. Ger hetta við alt marsipani. Smelta myrka sjokolátu 70% í eini grýtu, sløkk undir áðrenn alt er smeltað og rør inntil ongin klumpar eru í. Tak í trýni á marsipankúlini og dyppa 2/3 niður í sjokolátuna, rulla síðan í kokusmjøli. Legg á ein tallerk við bakipappíri á. Tak ein pinn, dyppa í sjokolátuna og síðan markera sjokolátuna mitt á tað spíska trýni, so tað líkist eini nøs. Stilla á køl ella í frystiboksina. Brúka pinnin til at prika tvey eygu á tindasvíni.