Hugskot til at brúka restir til middegismála ella afturvið vikuskiftsrættum.
Middegismálar
Ger eyka salat, sum kann takast við til matpakkan dagin eftir. Um restir eru av kjøtinum, tak hetta við í matpakkan ella kóka t.d. egg og koyr í matpakkan.
Til vikuskiftisrættirnar
Spískkál ella reyttkál
Sker káli í fjóðringar og steik á pannuni við akaciahunangi, matolju og salti.
Ella brúka tað fríkst í salatir.
Søtepli
Sker søteplir í helvt ella til kips og koyr matolju omanyvir og krydda við salti og piapri. Baka í ovninum (175C) til søteplini eru blivin moyr. Kann kryddast millum annað við turkaðum ella frískum timian og/ella oregano.
Søtepli kann eisini kókast til tey blíva moyr og mosast. Krydda við salti og pipari.
Kips – Vaska og ella flys søteplini, sker í stavar, vend í matolju, salt og pipar og baka í ovninum í uml 30 min á 175C.
Perlurug
Kóka perlurug og koyr í salatir ella borðreið sum tað er.
Blómkál
Sker blómkál í bukettir og steik á pannuni við olju, salti og pipari. Evt eitt sindur av hunangi.
Blómkálssalat – sker blómkáli í tunnar flýsar og blanda saman við restunum av grønmeti, frukt og evt kókaðum perlurug.
Ger blómkálsrís – rív blómkál og koyr kókandi vatn omanyvir
Salatost
Brúka salatostin í salatum.