Karamellmunnbitar
Tilfar
100g havragrýn
100g frískar dadlur
40g smør
salt
21g peanutbutter
30g ahornsirop
18g smør
60g myrk sjokoláta (70%)
Soleiðis gert tú
Blenda havragrýni til mjøl. Koyr steinarnar burtur úr dadlunum og blenda dadlurnar saman við havragrýnsmjølinum, smøri og eitt dims salt. Nú skuldi deiggið verið fast til at forma í smáar muffinsformar (man kann eisini brúka vanliga stødd). Pressa deiggi sum smáar rundar smákøkur í botnin og brúka evt okkurt til at gera eina kullu í mittuna, har karamellið skal í. Hetta kann eisini bara gerast við at forma við hendrunum. Stilla í frystiboksina.
Smelta peanutbutter, ahornsirop og smør í eini grýtu og rør væl inntil tað er heilt glatt. Deil karamellið í kullurnar og stilla aftur í frystiboksina í minst 1 tíma.
Hita sjokolátuna í eini grýtu (lágum hita) og smyr yvir karamellið. Stilla í frystiboksina. Borðreið tá sjokolátan er stadnað.