Ølbreyð
Tilfar til 1 ølbreyð
360g mjøl
1 roka tsk bakipulvur
1 tsk salt
1 dós øl
85 g hunang
5 spsk smør
Soleiðis gert tú
Hita ovnin upp á 190 °C.
Blanda mjøl, salt og bakipulvur saman í einum bolla. Stoyt ølið í og rør saman. Koyr síðani hunang og 5 spsk av smøri í og blanda saman.
Deiggið skal ikki eltast, bara rørast. Lat klumpar av smøri vera í deigginum.
Legg bakipappír í ein breyðform (uml. 26 × 12 cm), koyr deiggið í og baka í ovninum í 40 minuttir.
Tá breyðið er bakað, tak tað úr forminum og lat tað kólna.
Breyðið hóskar seg væl afturvið súpan.


