One Pot Pasta
Tilfar til 4 persónar
400g spagetti
400g hakkaðar tomatir
2 stk leykar
2 fet hvítleyk
320g cherrytomatir
1 stk squash
2 stk oregano
2 tsk basilikum
100 g chorizo
6 dl grønmetisbouillon (vatn + bouillonterning)
2 spsk matolja
1 tsk cayennepipar ella frískt kili
1 tsk salt
pipar
50g parmesanost
Soleiðis gert tú
Hakka leyk og hvítleyk. Rív squash og sker cherrytomturnar í bátar. Sker chorizopylsuna í bitar. Koyr alt í grýtuna saman við restini av tilfarinum og kóka upp. Kóka í uml 20 min ella inntil spagetti er al dente. Rør í við jøvnum millumbilum. Borðreið við parmesanosti og evt frískum basilikumbløðum.