Diavola pitsa
Tilfar til 3 pitsur
3 stk fryst Il fornaio pitsudeiggj (bollar)
Tilfar til tomatsós
12 stk cherrytomatir
1 reyðleykur
4 fet hvítleyk
1 rokað tsk oregano
1 nevi basilikumbløð
kiliflakar
85 g tomatpure
salt og pipar
30 g vatn
Pynt
3 pk frísk mozzarella
3 pk ventricina pylsa (evt fennikapylsa, um man ikki er til sterka pitsu)
Soleiðis gert tú
Deiggið:
Um morgunin tak pitsubollarnar úr boksini og legg teir í 3 skálir. Stoyt olivinolju omanyvir og legg film yvir. Lat teir standa á køksborðinum til um kvøldið – tá skuldu teir verið hevaðir.
Tomatsós:
Steik cherrytomatir, leyk í bátum og hvítleyk í eini grýtu í olivinolju. Tá alt hevur fingið eina góða steikiflatu, koyr basilikumbløð, oregano, tomatpure, nakrar kiliflakar, salt, pipar og vatn í.
Lat kóka í 10–15 minuttir við lágum hita. Lat sósina kólna, og blenda hana síðan við stavblendara.
Pitsa:
Hita ovnin upp í 275 °C við eini bakiplátu inni í ovninum.
Legg bakipappír á borðplátuna og stroy mjøl á – gjarna durum/semola, um tú eigur tað. Vend skálini á høvdið, so deiggið leggur seg á mjølið.
Stroy eitt sindur av mjøli omanyvir pitsabollan, og trýst varliga við fingrunum í miðjuna, so tú fært ein kant/skorpu uttast. Drag varliga í deiggið, so tað verður størri, men varðveitir kantin.
Smyr tomatsós á pitsuna, brót 1 pk. mozzarella á sósina og legg 1 pk. pylsu omanyvir.
Tá ovnurin er heitur, tak bakiplátuna út og hála pitsuna (við bakipappíri) á plátuna. Baka í 8–10 minuttir, alt eftir hvussu ovnurin bakar. Hygg eftir skorpuni leypandi.
Ger tað sama við restini av pitsunum og baka eina pitsu í senn.
Legg frísk basilikumbløð á, áðrenn borðreitt verður.


