Summarsalat við vatnmelón
Tilfar
1/2 vatnmelón
2 stk nektarin/peach
1/2 pk feta/salatost
1 pk pistasiunøtir
2 nevar basilikumbløð
Dressing
3 spsk olivinolju
1 tsk hunang
sitrónsaft og rivi skal frá 1/2 sitrón
salt og pipar
Soleiðis gert tú
Sker vatnmelón í puntar og nektarin/peach í skivar. Koyr í eina skál. Morla fetaostin/salatost omanyvir.
Blanda olivinolju, hunang, sitrónskal og sevju, salt og pipar saman til ein dressing. Stoyt omanyvir salatina.
Hakka basilikumbløð og pistasiunøtir og drússa omanyvir salatina.


