Dadlukúlur við valnøtumjøli

Tilfar 80g valnøtir 200 g frískar dadlur 1 spsk kokusolja uttan smakk 3 spsk kakao 1/2 tsk vaniljupulvur 1 dims salt 90 g myrk sjokoláta 70%   Soleiðis gert tú Blenda valnøturnar til fínt mjøl, koyr steinarnar burtur úr dadlunum og blenda saman við valnøtumjølinum og kokusolju. Koyr kakaopulvur, vaniljupulvur og ein dims salt í og blenda væl. Stilla á køl í uml 15 min. Rulla deiggi til smáar kúlur. Smelta sjokolátuna í eini grýtu á lágum hita. Sløkk áðrenn øll sjokolátan er smeltað og rør runt inntil øll sjokolátan...

Rocky road við heimagjørdum marsipani

Tilfar til marsipan: 200g mandlur 3 frískar dadlur  2 spsk akaciehunang ein sjatt av vatni   Soleiðis gert tú  Blenda mandlurnar til fínt mjøl í einum foodprosessara. Koyr steinarnar burtur úr dadlunum og blenda saman við mandlumjølinum og akaciehunangi. Til síðst blenda ein sjatt av vatni í massan. Massin skal kunna samlast til eina kúlu. Stilla á køl.   Tilfar til rocky road bitar: 200g myrk sjokoláta 70% 60g skumfidusur 35 g pistacienøtir 3 nevar peanuts 1/2 av marsipandeigginum 1 neva pinjukjarnur   Soleiðis gert tú: Sker skúmfidusurnar og marsipani í minni bitar. Smelta sjokolátuna í eini grýtu...

Marsipan tindasvín

Tilfar 100g mandlur 3 frískar dadlur ein dropa av vatni myrk sjokoláta 70% kokusmjøl Soleiðis gert tú: Blenda mandlurnar til fínt mjøl. Sker steinin burturúr dadlunum og blenda dadlurnar saman við mandlumjølinum, koyr ein dropa av vatni í so tað samlar seg. Stilla evt í køliskápið áðrenn forma verður. Tak eina tsk av marsipani og rulla til eina kúlu. Rulla síðan til ein dropuform, tað spíska er trýni á tindasvíninum. Ger hetta við alt marsipani. Smelta myrka sjokolátu 70% í eini grýtu, sløkk undir áðrenn alt er smeltað...

Dadlukúlur

Tilfar 3 dl mandlur 200 g frískar dadlur 2 spsk kokusfeitt 3 spsk kakaopulvur ella 2 tsk kardumummupulvur salt   Soleiðis gert tú Blenda mandlurnar til mjøl, koyr í eina skál. Sker dadlurnar í helvt og koyr steinarnar burtur. Blenda dadlurnar væl saman við kokusfeittinum (smør kann eisini brúkast). Goym eitt sindur av mandlumjølinum til at rulla kúlurnar í til síðst. Koyr restina av mandlumjøl í, eitt sindur í senn til massin er rímiliga fastur (ikki klistrut). Koyr kakaopulvur ella kardumummupulvur í daldumassan (tú kanst eisini taka helvtina...

Cookie dough og saltkaramel bitar

Tilfar Til cookie dough  170g ahornsirup 110g kokusolja (ella smør) 200g mandlumjøl 130g mjøl (um tað skal verða glutenfrítt, so brúka bert mandlumjøl) 1/8 tsk salt 45g myrk sjokoláta í bitum (70%)   Saltkaramel 125g peanutbutter 170g ahornsirup 110g kokusolja (ella smør) 1/4 tsk salt   Sjokolátatopping 180g myrk sjokoláta (70%) 2 tsk kokusolja (ella smør)   Soleiðis gert tú Koyr ahornsirup og kokusolju í eina skál (sum tolir mirkoovn), hita í mikroovninum inntil hetta er næstan heilt smeltað. Blanda mandlumjøl, mjøl og salt, miksa væl saman. Blanda hakkaðu sjokolátuna í deiggið, tá deiggi er kólnað. Tak ein fýrakantaðan form...

Grønkálssalat við ristaðum hasselnøtum

Tilfar til 2 persónar: 50g hasselnøtir 60g grønkál 0,5 stk hjartasalat 0,2 stk reytt spískkál 1 stk gularót (gjarna lilla ella reyða) 1 stk súrepli   dressing: 1 dl súrróma 9% 1 spsk dijonsinnop honning súreplaedik olivinolja salt og pipar   Soleiðis gert tú Tendra ovnin á 150C og baka hasselnøturnar á eini bakiplátu í uml 12-15 min. Vaska og hakka grønkál og hjartasalat grovt. Vaksa og sker spískkál í tunnar strimlar. Flys gularótina í salati. Sker súrepli í tunnar bátar. Blanda alt saman í eini skál. Tá hasselnøturnar eru ristaðar, legg tær á eitt viskustykki og pakka saman...

Snickersís

Tilfar til 8 stk 2 stórar gular bananir peanutbutter 2 nevar peanuts 70 g myrk sjokoláta (min 70%) 1 tsk kokusolja   Soleiðis gert tú: Koyr bananskalini burtur, sker bananirnar í helvt og so uppá tvørs. Legg á ein takkerk við bakipappíri á við skornu síðuni upp eftir. Smyr peanutbutter omaná, stroy grofthakkaðar peanuts omanyvir. Smelta sjokolátuna í eini grýtu og rør kokusoljuna í. Stroy sjokolátuna omanyvir hvørja banan og koyr í frystiboksina í min 1 tíma.

Riesenkúlur

Tilfar 200 g frískar dadlur 1 spsk kokusolja 1 spsk peanutbutter 2 spsk kakaopulvur salt myrk sjokoláta 70%   Soleiðis gert tú Koyr steinarnar burtur úr dadlunum og blenda væl saman við kokusolju og peanutbutter. Koyr eitt dims av salti og 2 rokaðar spsk av kakaopulvur í og blenda væl. Stilla í frystaran inntil massin er fastur. Rulla til smáar kúlur. Koyr myrka sjokolátu í eina grýtu og hita inntil næstan øll sjokolátan er smeltað. Sløkk og rør væl inntil øll sjokolátan er smeltað. Vend kúlunum í sjokolátuni og...

Smoothieskál við hindber

Tilfar til 2 persónar 100g frystar bananir í bitum 100g fryst hindber 100g sitrón/lime jogurt (annar smakkur kann eisini brúkast) uml 100g mjólk   Soleiðis gert tú  Blenda alt tilfarið væl saman. Rør í massanum innímillum og blenda aftur til tú hevur ein ískonsistens. Koyr í tvær skálir. Pynta við td. hørfræ, sesamfræ, peanutbutter, jarðber, kiwi

Tahini cookies við sjokolátu

Tilfar 125g fullkornsrugmjøl 100g bókhveitimjøl 1,5 tsk bakipulvur 0,5 tsk salt 100g smør 75g hvítt tahini (vanligt kann eisini brúkast) 100g rørsukur 5 medjoul dadlur 2 egg 150g myrk sjokoláta 70% sesamfræ   Soleiðis gert tú Blanda fullkornsrugmjøl, bókhveitimjøl, bakipulvur og salt saman í eini skál. Stilla til viks. Koyr steinarnar burturúr dadlunum og blenda saman við smøri, tahini og rørsukuri til ein lættan massa. Koyr eitt egg í í senn og blenda væl ímillum. Koyr massan í mjølskálina og rør væl saman. Hakka sjokolátuna og blanda uppí deiggið. Stilla deiggið í frystarin í uml. 20...