Pistasiukúlur

Tilfar  200g frískar dadlur (koyr steinarnar burtur) 60g pistasiunøtir 80g myrk sjokoláta 10g pistasiunøtur til pynt omaná   Soleiðis gert tú: Blenda dadlur og pistasiunøtur í eini hvirlu. Ger hendurnar vátar og forma deiggið í smáar kúlur. Smelta sjokolátuna evt í mikroovninum (360W í uml 1 min og 30 sek) ella yvir vatnbað. Vend kúlunum í sjokolátu og legg á eitt fat við bakipappíri á. Drússa við hakkaðum pistasiunøtum omanyvir og stilla á køl ella í frystaran.

Overnight oats Rísalamande

Tilfar til 3. portiónir 2 dl havragrýn 2 spsk chiafræ 2,5 dl mjólk 1 dl grikskt jogurt 2 spsk ahornsiropp ella hunang 2,5 tsk vaniljusukur 1 dism salt   Omaná Kirsiberjasós Hakkaðar mandlur   Soleiðis gert tú: Blanda havragrýn, chiafræ, mjólk, grikskt jogurt, siropp, vaniljusukur og salt væl saman í eini skál. Legg film omanyvir og stilla í køliskápið náttina yvir. Næsta morgun rør runt í greytinum. Um greyturin er ov tjúkkur eftir tínum tykki, kann hann tynnast við mjólk. Koyr í skálir, toppa við kirsiberjasós og evt hakkaðum mandlum.

Minipannukøkur

Tilfar: 1 banan 2 egg 150g mjolk 200g mjøl 1 rokuta tsk bakipulvur 1 rokuta tsk vaniljusukur   Soleiðis gert tú: Píska egg og banan væl saman. Koyr restina í og píska. Um deiggið er ov tjúkt, koyr meira mjólk í og rør. Hita eina pannu, koyr matolju á og koyr eina stóra spsk deiggj á (td. 4 klattar á í senn). Steik á báðum síðum. Borðreið við td. ahornssiroppi.

Ølandshveitibollar

Tilfar til uml 12 bollar 10 g ger 6 dl kalt vatn 450 g ølandshveitimjøl 400 g hveitimjøl 1,5 tsk salt   Soleiðis gert tú Upploys gerina í vatninum. Blanda ølands- og hveitimjøli upp í. Elt deiggið í eini rørimaskinu í uml 15 min. Minst til at lata salt í, tá uml 5 min eru eftir. Legg matfilm omanyvir skálina og stilla á køl í uml 12 t. Hita ovnin á 250C. Stroy mjøl á køksborðið og koyr deiggið á. Sker deiggið í uml 12 bitar og legg á eina bakiplátu...

Bláberjasmoothieskál

Tilfar til 2 persónar 150g fryst banan í bitum 130g fryst bláber 1 tsk mandlusmør ella peanutbutter 1 tsk vaniljusukur 100g mjólk   Soleiðis gert tú Koyr alt tilfarið í eina hvirlu og blenda væl inntil alt er mjúkt og lekkurt. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við ber, frukt, musli ella annað tær dámar.  

Smoothieskál við hindber

Tilfar til 2 persónar 100g frystar bananir í bitum 100g fryst hindber 100g sitrón/lime jogurt (annar smakkur kann eisini brúkast) uml 100g mjólk   Soleiðis gert tú  Blenda alt tilfarið væl saman. Rør í massanum innímillum og blenda aftur til tú hevur ein ískonsistens. Koyr í tvær skálir. Pynta við td. hørfræ, sesamfræ, peanutbutter, jarðber, kiwi

Kokusmüsli

Brúka t.d. kokusmjøl (ella kokusflakar. Kokusflakar fáast evt í specialhandlum) sesamfræ havragrýn 1 pk pinjukjarnur evt sólblómukjarnur Ristað alt tilfarið á pannuni, met um mongdirnar. Sesamfræ og kokusflakar skulu ristast inntil tað fær eina gylta gula farvu. Koyr ein sjatt av ahornsiroppi á til síðst og rør í müslinum. Lat müsli kólna. Koyr müsli omaná td. grikst jogurt ella skyr.

Heimagjørt müsli

Brúka t.d. 40g hasselnøtir ella mandlir 60g sólblómukjarnur 50g hørfræ 70g sesamfræ 20g chiafræ 25g groft havragrýn Blanda alt saman og legg á eina bakiplátu við bakipapíri á. Koyr akaciahunang omanyvir og baka í ovninum í uml 30 min á 175C. Rør í blandingini av og á. Koyr müsli omaná skyr ella jogurt.

Smoothiebowl

Tilfar til 3 skálir: 200g fryst banan 200g fryst skógarber ella bláber 2 tsk agavesirop 2 dl mjólk (ella meir til konsistensurin er passaligur) Pynta við tí tú ynskir. Her var brúkt hørfræ, musli, bláber, banan og granatepli. Soleiðis gert tú: Blenda banan, skógarber, agavesirop og mjólk saman í einum blendara. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við tí tú ynskir av fræ, frukt og ber.

Chiagreytur við berjum og peanutbutter

Tilfar: 2 tsk Chiafræ 3 dl Soyajogurt við blábersmakki 2 spsk Hørfræ Evt hindber, jarðber, sólber 1 spsk peanutbutter Soleiðis gert tú: Blanda chiafræ og jogurt saman, toppa við hørfræ, berjum ella aðrari frukt sum tær dámar og peanutbutter. Væl gagnist :)